lørdag den 19. marts 2016

Tanker om håndværk

Til Strikkefestivalen i Fuglafjørður er jeg en af underviserne, og i forbindelse hermed blev jeg også bedt om at skrive lidt om mig selv/strik/håndværk.

Skriveriet blev lidt for langt til deres folder og de ville have det på dansk, så jeg må i sving igen ;)

- men de syntes det var så godt skrevet, at flere skulle have mulighed for at læse det.

Jeg har nu oversat og redigeret, og venter på tilbagemelding på mit indlæg, og imens jeg venter på tilbagemelding, har i hvert fald mine færøske læsere mulighed for at læse den færøske version :)





Bindifestivalur aftur í Fuglafirði, J

- og eg skal í hesum sambandi seta nøkur orð á blað J

Tankarnir reika íkring, nógv er at tríva í, so hvar skal byrjast.

Eri ein kvinna – kanska í bestu árum ?  kona, mamma, omma og ein av træðrunum gjøgnum lívið higartil hevur verið hugurin og alskurin til handverk: So er millum annað áhugin fyri listahandverki/list komin aftrat.

Eg minnist, at eg lærdi at binda sum lítil genta, og eg plagdi at sita og blaða i mammusa ”Hendes Verden” og hyggja eftir hondarbeiði. Seinni kom norska blaðið ”Familien” aftrat. Hetta var mín vegleiðing og íblástur sum barn og tannáringur, og so ikki at gloyma kvøldskúlan við sínum tilboðum.

Havi altíð verið forvitin, og tíbetur lat mamma meg rokast og gera royndir, sum eg vildi. Har var eingin uppíblanding ella mørk. Ikki var nógv til keyps í bygdini, eg vaks upp í, so tilfar og útgerð bleiv umbiði sum ”postordre”. Oftani ”gloymdi” eg at kunnað mammu um ordrarnir, so onkuntíð kundi tað blíva í so nógv sum kom við postinum.

Tað eg minnist bundu báðar ommurnar, men í yngri árum høvdu báðar brodera og hekla ”útstýr”. Mær dámdi so væl at fara í skápini hjá teimum og hyggja eftir/kanna dúkar og seingjartoy , og so hekla og brodera prøvar eftir tí har var at finna. Uppskriftir vórðu ikki tá, kunnleikin bleiv givin úr hond í hond,. Tó vil eg siga í hesum sambandi siga, at tá skuldi handverki gerast á ein ávísan hátt, annars var tað ikki gott nokk. Fyrimunurin við hesum fyri mítt viðkomandi bleiv, at dygdin kom í hásæti, men samstundis blivu eisini forðingar, tí víkjast kundi ikki frá grundreglunum í handarbeiði tá.

Haldi at ein avleiðing av hesum uppvøkstrinum bleiv eitt stórt forvitni til handverk, sum síðani hevur mynda mítt handarbeiðslív. Serliga tá eg síggi og lesi um okkurt annarleiðis, so kemur kenslan og forvitni fram at eg MÁ royna hetta.

Tá eg byrjaði at nýta teldu, lat ein heilur heimur seg upp. Har lærdi eg at aldargamla handverki kundi nýtast á heilt aðrar hættir, við øðrum tilfari og at ALT var loyvt.

Eitt íborið treiskni hevur eisini verið gott at havt við á leiðini, tí dygdarhandverk kemur ikki av sær sjálvum. Tað skulu ofta nógvar royndir til, áðrenn eg eri nøgd  við úrslitið. Eisini at duga at lata viðmerkingarnar fara ”afturvið borðinum” so sum:”Hvat hevur tú nú funnið uppá” og ”hatta kann man ikki”.

Í hesum sambandi havi eg kent eitt ávíst einsemi, og eg havi saknað fólk at hava hugarok saman við Men hetta kemst nokk eisini av, at fá kunnu liva av handverki, men mugu hava lønandi arbeiði eisini. Tískil er ikki so nógv tíð til at savnast við øðrum handverkarum. Tað er eisini so, at eingin kann duga alt, og tá er gott at kunna hittast/samskifta við aðrar handverkarar, so vit kunnu læra av royndunum hjá hvørjum øðrum, og ikki noyðast at ”uppfinna djúpa tallerkin” umaftur ;)

Eitt sum er so sera hugaligt og stuttligt er, at mítt næsta ættarlið er byrja handverk. Hetta ættarlið , sum so at siga er uppvaksið við teldukunnleika, og hevur givið mær kunnleika til nútímans tøknina, sum ger heimin minni og vitanina størri.  Eisini er so sera stuttligt at kunna vera saman um henda áhugan, og er ommubarni eisini byrja at forvitnast, hvat tað er sum omma ger við súkkluslangum, saksi og seymimaskinu – tá er at minnast til at lata tey hyggja, kanska royna seg og ikki kveistra burtur. Tað haldi eg bleiv gjørt í stóran mun tá eg var barn og tannáringur – vit skuldu ikki blanda okkum uppí, tey vaksnu skuldu hava frið við sínum.





Í samband við sjálvan Bindifestivalin komi eg at hugsa um, hvussu stóran týdning bindingin hevur havt í Føroyum. Har hugsi eg serliga um allar bindiklubbarnir kring landi, har meir ella minni verður bundi ;)  Fáur haldi eg hevur givið sær far um, hvussu sosialt hetta tiltak er. Har verða mong sera ymisk evni havd á lofti, og tá á hevur staðið hjá mongum, tað verði bæði í gleði og sorg, so hevur bindiklubburin verið ein stórur partur av baklandinum.


Haldi tað er so gott, at ein heilur Bindifestivalur nú er sprottin úr hesum aldargamla  handverki. Nakrir dagar har bindingin verður sett í hásæti, og ein kann taka sær eina løtu ella nakrir dagar burturúr gerandisdegnum og hugsavna seg um handverk, saman við øðrum sum hava sama áhuga.

Binding er eisini eitt handverk sum øll kunnu verða við í - ung sum gomul.  Eitt handverk sum lagar seg eftir førleikanum hjá bindaranum, tí binding er ikki bara rætt og rangt, men so nógv annað. Nú komi eg aftur inn á, at alt er vorðið loyvt – ella, at man kann loyva sær alt. Her eru vit von við, at bundi bleiv, tá tørvur var á pløggum, og at man bant til nyttu. Í dag binda vit av áhuga og ikki av neyð, og bundið verður ikki bara uppá kroppin, men eisini uppá veggin J

- og annars so langt sum hugflogið røkkur.

1 kommentar:

  1. Der er ingen tvivl om, at du har fået håndarbejdet 'ind med modermælken'. Din kreativitet er da vist også grundlagt i årene, hvor opskrifter og ideer ikke var noget, man fandt på Internettet.
    Selvom vi også strikker meget i Danmark, er det slet ikke så udbredt som på Færøerne - desværre
    Jeg skal ikke deltage i dine hold til strikkefestivalen, men jeg glæder mig helt vildt til at tilbringe tid blandt garn og dygtige strikkere

    SvarSlet